Sleppur undan at gjalda mvg fyri myntir

Sleppur undan at gjalda mvg fyri myntir
Kærustovnurin sigur, at í hesum førinum komu myntirnar frá einum tjóðbanka, og eru tí undantiknar meirvirðisgjaldi
Taks legði meirvirðisgjald á gullmyntir, men Kærustovnurin sigur, at tær eru undantiknar mvg. (Savnsmynd)
 
06.09.2024 - 08:12

TAKS og Kærustovnurin eru ikki samd um meirvirðisgjald fyri pengar.

TAKS legði meirvirðisgjald á gullmyntir, sum blivu innfluttar til Føroya.

Tann, sum innflutti myntirnar, kærdi og fekk viðhald frá Kærustovninum.

Tulkingin hjá TAKS var, at myntirnar antin skulu kunna nýtast, ella hava verið nýttar sum lógligur gjaldsmiðil fyri at sleppa undan meirvirðisgjaldi.

 

Allar myntir ikki undantiknar

Tað heldur Kærustovnurin ikki.

Kærustovnurin sigur tó, at ásetingin í lógini skal ikki tulkast so breitt, at allar myntir eru undantiknar meirvirðisgjaldi.

Men í hesum førinum komu myntirnar frá einum tjóðbanka, og eru tí undantiknar meirvirðisgjaldi, sigur Kærustovnurin.

Kærustovnurin hevur tí broytt avgerðina hjá TAKS, so meirvirðisgjald ikki skal leggjast á myntirnar, sum kærarin innflutti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740