Fleiri elbilar og hitapumpur minka oljunýtsluna

Fleiri elbilar og hitapumpur minka oljunýtsluna
Í fjør brúktu vit 5.426 tons av olju minni enn í 2022 í ferðsluni á landi og til upphiting
Fleiri fáa sær hitapumpu, og tað sæst aftur í oljunýtsluni. (Savnsmynd)
 
06.09.2024 - 08:01

Tað sæst aftur í oljunýtsluni, at fleiri elbilar og hitapumpur eru í landinum.

Í fjør brúktu vit 5.426 tons av olju minni enn í 2022 í ferðsluni á landi og til upphiting. 

Minni var eisini brúkt í 2022 enn í 2021. 

Lítið er at ivast í, at hendan gongdin fer at halda fram, tí fleiri fáa sær elbil og hitapumpu, sigur Umhvørvisstovan.

Í tveimum geirum eydnaðist ikki at minka oljunýtsluna í 2023. 

Talan er um ídnaðinum á landi og í elframleiðsluni. 

Í báðum førum kemst hetta av stórum vøkstri í virkseminum í alivinnuni og uppsjóvarvinnuni, sigur Umhvørvisstovan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740