Kelidjór fáa eldri fólk at gleðast og trívast

Kelidjór fáa eldri fólk at gleðast og trívast
- Kaninirnar hava jaliga ávirkan á bæði búfólk og starvsfólk og eisini huglagið inni á heiminum, sigur deildarleiðarin á Norðoya Ellis- og Vistarheimi, Diana Johannesen.
 
05.09.2024 - 09:25

- Tær eru ofta tað fyrsta, sum búfólkini spyrja um, tá tey koma upp um morgunin.

Soleiðis sigur Diana Johannesen, sum er deildarleiðari á Norðoya Ellis- og Vistarheimi í Klaksvík. Í farnu viku fingu tey tvær kaninur sum kelidjór.

Gransking vísir, at djór hava sera góða ávirkan á eldri fólk, eisini á eldri fólk við demens, og tað uppliva starvsfólkini á ellis- og vistarheiminum í Klaksvík eisini.

- Búfólkini eru glað, og tað tykist, sum at lívsgóðskan hjá onkrum teirra er økt. Hjá summum fungera kaninirnar sum terapi, tí tey kunnu práta við tær og sleppa at vísa ta umsorgan, sum vit øll hava tørv á at gera, sigur Diana Johannesen og vísir á, at sum heild er ein annar og lættari stemningur á heiminum, nú kelidjór eru partur av heiminum. 

- Tey hava stóran áhuga í kaninunum. Eisini avvarðandi og børn í býnum eru áhugað í kaninunum, so vit hava havt nógva hugnaliga vitjan, síðani kaninirnar komu higar at búgva, sigur Diana Johannesen.

Hon leggur dent á, at búfólkini als ikki hava ábyrgd av kaninunum, men at starvsfólkini taka sær av teimum.

- Vit síggja, hvussu góða ávirkan tað hevur á heimið, og tá er hugaligt hjá starvsfólkum at átaka sær hesa uppgávuna, sigur Diana Johannesen.

Á Norðoya Ellis- og Vistarheimið eru níggju búfólk.

1694063

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740