14 ára gamal skuldsettur fyri skúlaskjóting í Georgia

14 ára gamal skuldsettur fyri skúlaskjóting í Georgia
Tað var á hesum skúlanum í Winder í Georgia, at ein næmingur skeyt og drap fýra fólk.
Mynd: EPA/Ritzau Scanpix  
 
05.09.2024 - 10:47

Tað var helst ein 14 ára gamal næmingur, sum í gjár skeyt og drap fýra fólk og særdi fleiri onnur á einum studentaskúla í býnum Winder í amerikanska statinum Georgia.

Tað boðar politiið í Georgia frá. 

- Næmingurin verður skuldsettur fyri dráp og rættarsøktur sum ein vaksin, sigur Chris Hosey, ovasti fyri deildina hjá politiinum FBI í Georgia, á einum tíðindafundi.

Fýra fólk doyðu skúlaskjótingini, tveir lærarar og tveir næmingar. Í minsta lagi níggju hava fingið skaða, skrivar deildin hjá FBI á sosiala miðlinum X.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Morgunlestur hósdagur 6.februar 2025
186663
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155