Merktu tríggjar grindahvalir í Fuglafirði

Merktu tríggjar grindahvalir í Fuglafirði
Mótmælisfólk vóru á sandinum og filmaðu, men tað darvaði ikki arbeiðið at merkja, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur.
 
04.09.2024 - 13:46

Hóast grindaboðini í Djúpunum vóru avblást í gjár, vóru nakrir hvalir kortini riknir inn á sandin í Fuglafirði eftir umbøn frá Bjarna Mikkelsen, lívfrøðingi á Havstovuni, sum vildi merkja nakrar hval.

Tað tók umleið 40 minuttir at merkja teir tríggjar hvalirnar.

Bjarni Mikkelsen sigur, at har vóru nøkur hvalaveiðumótmælisfólk á sandinum, tá hvalirnir vórðu riknir inn, og tey komu eisini út at filma, meðan hvalirnir vórðu merktir.

Men tað darvaði ikki arbeiðið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

04092024_Hvalamerking

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740