IAEA stúrir fyri trygdini á kjarnorkuverki í Kursk

IAEA stúrir fyri trygdini á kjarnorkuverki í Kursk
Stjórin í altjóða kjarnorkustovninum hevur tosað við ukrainska forsetan um málið, nú Ukraina hevur tikið seg inn í Russland
Rafael Grossi, stjóri í IAEA, vitjaði kjarnorkuverkið í Kursk í síðstu viku.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.09.2024 - 08:47

Stjórin í altjóða kjarnorkustovninum IAEA, Rafael Grossi, hevur tosað við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, um trygdina á russiska kjarnorkuverkinum í Kursk.

Eftir at Ukraina tók seg inn í Russland, skulu samanbrestir hava verið minni enn 50 kilometrar frá kjarnorkuverkinum.

Grossi vitjaði á kjarnorkuverkinum í síðstu viku.

- Vit gjørdu eina meting av tí, sum eg sá á kjarnorkuverkinum. Fyri meg hevur tað stóran týdning at tosa um mínar upplivingar á verkinum, og sjálvandi at endurtaka týdningin av at forða fyri eini støðu, sum kann elva til kreppu, segði Grossi eftir fundin við Zelenskyj.

Grossi kom til Ukraina í hesi vikuni og hitti Zelenskyj í gjár.

Í dag fer hann vitja á russiskt-hersetta kjarnorkuverkinum í Zaporizjzja.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946