Í myndum: Hava tikið ímóti 38 tonsum av ull í ár

Í myndum: Hava tikið ímóti 38 tonsum av ull í ár
Einki verður sett til sølu, fyrr enn alt er skilt
Ullarmóttøkan á Búnaðarstovuni hevur fingið 38 tons av ull í ár.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
04.09.2024 - 15:11

Ullarmóttøkan á Búnaðarstovuni í Kollfjarðadali hevur í ár tikið ímóti góðum 38 tonsum av ull.

Tað er fýra tons meira enn síðstu tvey árini.

 

Dorthea Joensen skipar ullarmóttøkuna. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Men góðskan er misjøvn, og tí fæst minni fyri ullina, sigur Dorthea Joensen, sum skipar ullarmóttøkuna.

Ullin verður skild, og einki verður sett til sølu, fyrr enn alt er skilt.

Dorthea Joensen sigur, at einki fæst at vita um prís, fyrr enn ullin er sett til sølu, og boð eru komin.

Sí eisini: Ullarmóttøkan: Góðskan er misjøvn, og tí fæst minni fyri ullina

 

Bárður Lydersen tók myndirnar:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740