Fáa av at vita í frágreiðing um eld í íbúðarhúsum í London

Fáa av at vita í frágreiðing um eld í íbúðarhúsum í London
Eldurin í Grenfell í 2017 kravdi 72 mannalív
Íbúðarhúsini vóru klødd við sera eldfimum klædningi, og tað verður sagt at vera orsøkin til, at eldurin breiddi seg so skjótt.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.09.2024 - 14:26

Bretskir myndugleikar, byggivinnan og sløkkilið fáa av at vita í endaligu frágreiðingini um eldin í íbúðarhúsunum Grenfell í London í 2017, har 72 fólk doyðu.

Stjórin fyri kanningararbeiðnum, Martin Moore-Bick, sigur, at tað kundi verið sloppið undan, at fólk doyðu.

Ongantíð hava so nógv fólk latið lív í einum eldsbruna í Bretlandi síðani seinna heimsbardaga. Eldurin kyknaði í íbúðarhúsunum Grenfell tíðliga um morgunin 14. juni 2017.

Íbúðarhúsini vóru klødd við sera eldfimum klædningi, og tað verður sagt at vera orsøkin til, at eldurin breiddi seg so skjótt.

Stórt kanningararbeiði hevur verið í sambandi við eldsbrunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946