Svøríki: Tvey til fimm ára gomul børn kunnu nýta skíggja ein tíma um dagin

Svøríki: Tvey til fimm ára gomul børn kunnu nýta skíggja ein tíma um dagin
Svenski fólkaheilsumyndugleikin hevur orðað tilráðingina eftir boðum frá svensku stjórnini
Svenskir myndugleikar hava sent út tilráðing um skíggjatíð. (Savnsmynd)
 
02.09.2024 - 14:14

Svenskir myndugleikar hava sent út tilráðing um skíggjatíð, skrivar NTB.

Børn yngri enn tvey ár eiga at hava skíggjafrí, og børn millum tvey og fimm ár eiga at nýta skíggja í mesta lagi ein tíma um dagin.

Børn millum seks og 12 ár eiga at nýta skíggja í mesta lagi ein til tveir tímar um dagin, og tannáringar í mesta lagi tveir til tríggjar tímar um dagin.

Almenna tilráðingin er eisini kki at brúka skíggja fyri songartíð.

Svenski fólkaheilsumyndugleikin hevur orðað tilráðingina eftir boðum frá svensku stjórnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946