Letur væl at umstøðunum í varðhaldinum

Letur væl at umstøðunum í varðhaldinum
Paul Watson er varðhaldfongslaður til hósdagin
Paul Watson hevur verið í varðhaldi í Nuuk síðani 21. juli.
Mynd: Sermitsiaq  
 
02.09.2024 - 09:20

Mikudagin verður rættarfundur í Nuuk um Paul Watson, sum er varðhaldsfongslaður til hósdagin. 

Japan hevur biðið Danmark um at útflýggja Paul Watson.

Um Danmark ger av at gera tað, hevur Paul Watson tríggjar dagar til at umhugsa, um hann skal fara í rættin við teirri avgerðini. 

Løgmálaráðharrin skal taka avgerðina um útflýgging.

 

Letur væl at umstøðunum

Í samrøðu við AFP letur Paul Watson sera væl at umstøðunum í varðhaldinum í Nuuk.

Hann sær út á sjógv, sigur hann. 

Hann sær bæði hval og ísfjøll, sigur hann eisini.

Paul Watson hevur verið í varðhaldi í Nuuk síðani 21. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946