AfD vann stórsigur á tveimum landspartavalum í Týsklandi

AfD vann stórsigur á tveimum landspartavalum í Týsklandi
Flokkurin fær neyvan politiska ávirkan, tí eingin annar flokkur vil samstarva við hann
Björn Höcke er formaðuri AfD í Thüringen. Flokkurin fekk ein triðing av atkvøðunum í landspartinum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.09.2024 - 15:25

Alternative für Deutschland, AfD, sum er ein víðgongdur høgraflokkur í Týsklandi, vann stórsigur á tveimum landspartavalum í gjár.

Flokkurin gjørdist størstur í Thüringen og næststørstur í Sacshen. 

AfD fekk umleið ein triðing av atkvøðunum í Thüringen og 30,6 prosent í Sachsen. 

Teir tríggir stjórnaflokkarnir, Sosialdemokratarnir, tey Grønu og liberali flokkurin FDP, taptu valið. Teir fingu bara 15 prosent av atkvøðunum tilsamans. 

Die Linke, sum er ein vinstraflokkur, fekk eitt sera vánaligt val. Flokkurin hevur sín eina forsætisráðharra í einum landsparti.

 

Einki samstarv

Hóast AfD fekk eitt gott val í gjár, er ikki vist, at flokkurin fær nakra ávirkan, tí allir aðrir flokkar hava víst aftur at samstarva við flokkin.

Men politiskir eygleiðarar siga, at hetta valúrslitið er eitt greitt tekin til samveldispolitikararnar í Berlin.

Olof Scholz, samveldiskanslari, sigur, at hann er stúrin um úrslitið av landspartavalinum í Thüringen og Sachsen. 

- Land okkara kann ikki venja seg við hesa støðuna. Hetta ger búskapin veikari, býtir samfelagið sundur og oyðileggur umdømi landsins, sigur Scholz við Reuters. 

Hetta er fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, at ein flokkur á ytra høgraveingi verður størstur í einum týskum landsparti. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155