Grønland fær eina risastóra uppgávu

Grønland fær eina risastóra uppgávu
Meira fólk og meira pengar skulu til, um Grønland skal megna at lyfta uppgávuna við formansskapinum í Arktiska ráðnum.
Grønland yvirtekur formansskapin í Arktiska ráðnum næsta ár
Mynd: Savnsmynd  
 
01.09.2024 - 14:24

Tað verður ein risastór uppgáva hjá Grønlandi at hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025 til 2027.

Tað sigur Marc Jacobsen, adjunktur á danska verjuakademinum, við grønlendska kringvarpið KNR.

Í løtuni hevur Noreg formansskapin, men í mai 2025 fer formansskapurin víðari til Danmark - men danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen hevur sagt, at tað verður Grønland og ikki Danmark, sum fær formansskapin.

Grønland hevur, eins og Føroyar, leingi viljað havt størri ávirkan á tey viðurskifti, sum viðkoma teimum, og tí er tað væl í tráð við grønlendsku ynskini, at Grønland fær formansskapin.

 

Ymiskar avbjóðingar

Men eitt er tær logistisku avbjóðingarnar við gisting og tænastum til alt fundarvirksemið og tiltøk, sum fylgja við formansskapinum. Nakað annað er diplomatiska arbeiðið í Arktiska ráðnum, sum eisini krevur nógv, vísir Marc Jacobsen á.

- Eitt er at vera tann, sum stendur fremst á myndunum og hevur formansskapin úteftir. Men man má eisini hava vøddar til at hava formansskapin inneftir. Hetta er tað týdningarmikla rugbreyðsarbeiðið, sum er í arbeiðsbólkunum, og sum eisini snýr seg um at fáa sett ávís mál á dagsskránna, sigur hann við KNR.

Í løtuni hevur uttanríkisdeildin í Nuuk 13 starvsfólk umframt 10 onnur starvsfólk á umboðsstovum aðrastaðni í heiminum. Til samanberingar hevur skrivstovan fyri Arktis í uttanríkisráðnum í Keypmannahavn 27 ársverk.

Tí er neyðugt, at grønlendska uttanríkisdeildin fær meira fólk og meira pengar til at lyfta uppgávuna við formansskapinum í Arktiska ráðnum, sigur Marc Jacobsen.

Hetta sær eisini út til at vera nakað, sum grønlendsku myndugleikarnir eru varugir við, tí í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 stendur deildin fyri sjálvstýris- og uttanríkismál at fáa 5,5 milliónir krónur meira í játtan í 2025 og 2026 enn í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155