- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ónøgdin við Vladimir Putin veksur
Tað skrivar amerikanski tankasmiðjan ISW, - Intitute for Study of War, og leggur aftrat, at hetta kemur í kjalarvørrinum á ukrainsku innrásina í russiska Kursk-landspartin.
Sambært stovninum Public Opinion Foundation, vísur seinasta meiningarkanningin, at 28 prosent av russiska fólkinum eru ónøgd við gerðirnar hjá russiskum myndugleikum seinasta mánaðin. Tó er meiningakanningin ikki álítandi endurspegling av veruligu kenslunum í samfelagnum, skrivar ISW.
- Kreml metur helst, at avmarkað viðurkenning av ónøgd í samfelagnum fer at verja Kreml móti skuldsetingum um, at Kreml ignorerar stúranina í russiska samfelagnum, sigur amerikanska tanskasmiðjan í metingini.