Limur í Reyðu Brigaduni tikin í Argentina

Limur í Reyðu Brigaduni tikin í Argentina
Leonardo Bertulazzi var dømdur 27 ára fongsul og handtikin í Argentina í 2002, men hann var latin leysur aftur fáar mánaðir seinni
Leonardo Bertulazzi var handtikin í Argentina í gjár.
 
30.08.2024 - 11:13

Ein fyrrverandi limur í víðgongda vinstrasinnaða italska bólkinum Reyða Brigadan var handtikin í Argentina í gjár, upplýsa italskir myndugleikar.

Leonardo Bertulazzi, sum er í sjeytiárunum, var handtikin, eftir at argentinskir myndugleikar tóku flóttafólkaheitið frá honum, sum hann fekk í 2004, og italskir myndugleikar bóðu um at fáa hann útflýggjaðan, sigur italska løgreglan.

Italski forsætisráðharrin Giorgia Meloni takkar í fráboðan argentinsku myndugleikunum.

Altjóða eftirlýsing hevur verið við boðum um at handtaka Bertulazzi fyri dráp, álop og frælsistøku.

Hann var í 1987 dømdur 27 ára fongsul, og var handtikin í Argentina í 2002, men var latin leysur aftur fáa mánaðir seinni. 

Reyða Brigadan skipaði fyri álopum og burturflytingum í 1970'unum.

Fleiri tíggjutals dómarar, politikarar, journalistar og stjórar í ídnaðarfyritøkum vóru mál fyri álopunum hjá Reyðu Brigaduni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946