Túsund fólk í donsku umsitingini verða søgd úr starvi

Túsund fólk í donsku umsitingini verða søgd úr starvi
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at peningurin skal brúkast til munandi lønarvøkstur hjá teimum, sum arbeiða við vælferðartænastum
Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.08.2024 - 08:41

Danska stjórnin ætlar at avmarka óneyðuga umsiting, og tí verða umleið túsund fulltíðarsett søgd úr starvi.

Tað skrivar Ekstrablaðið.

Fíggjarmálaráðið váttar ógvisligu skerjingina í eini skrivligari fráboðan til blaðið.

- Stjórnin fer at avmarka óneyðuga umsiting, og hevur tí gjørt semju við kommunur og landspartar fyri at minka umsitingarútreiðslurnar, skrivar fíggjarmálaráðharrin, Nicolai Wammen.

Hann sigur, at minkaðu útreiðslurnar skulu fíggja ein munandi lønarvøkstur hjá teimum, sum arbeiða við vælferðartænastum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946