Sviar skylda 122 milliardir krónur

Sviar skylda 122 milliardir krónur
Svenski pantifútin fekk fyrra hálvár 670.000 umsóknir um at krevja inn skuld
Sviar hava ilt við at gjalda sínar rokningar. (Savnsmynd: Sydsverige.dk)
 
27.08.2024 - 08:55

Tað gongur alsamt verri hjá svenskarum at rinda sínar rokningar.

Tað vísa nýggj tøl frá Kronofogeden, sum er svenski pantifútin.

Fyrra hálvár í ár fingu myndugleikarnir yvir 670.000 umsóknir um at krevja inn skuld.

Tað er ein vøkstur upp á 11 prosent, samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og eftir tveimum árum er talið á krøvum vaksið 24 prosent.

Samlaða upphæddin, ið kravd verður inn, er eftir tveimum árum vaksin 70 prosent, og er nú góðar 122 milliardir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946