Noyðast at venja seg við at hava ísbjarnir í túninum

Noyðast at venja seg við at hava ísbjarnir í túninum
Borgarstjórin í Suðurgrønlandi og felagið hjá seyðahaldarum mæla til, at loyvt verður at skjóta fleiri ísbjarnir
Fernandi Ugarte, lívfrøðingur.
Mynd: KNR  
 
26.08.2024 - 08:57

At ísbjarnir nærkast húsum og kunnu vera í túninum hjá fólki í Grønlandi, er ikki so sjáldsamt, sum tað hevur verið.

- Hetta er ein veruleiki, vit mugu venja okkum við, og tað krevur av okkum, at vit broyta vanar, sigur lívfrøðingurin, Fernando Ugarte, við grønlendska útvarpið, KNR.

Í Eysturgrønlandi hava síðsta mánaðin verið fleiri tilburðir við bjarnum, ið eru komnar ov nær fólki, og síðst í juli var ein týskur granskari álopin av eini ísbjørn á Traill-oynni.

Hetta hevur fingið bæði borgarstjóran í Suðurgrønlandi og felagið hjá seyðahaldarum at mæla til, at kvotan á ísbjarnum, ið kunnu skjótast, verður hækkað.

Samlaða ísbjarnakvotan í Grønlandi er 156 ísbjarnir, og ísbjørnin verður har ikki roknað sum eitt hótt djóraslag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946