Russiskur milliarderur handtikin í Fraklandi

Russiskur milliarderur handtikin í Fraklandi
Stjórin á sosiala miðlinum, Telegram, varð handtikin í gjár
Pavel Durov, stjóri í risafyritøkuni oig sosiala miðlinum, Telegram.
Mynd: Albert Gea/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.08.2024 - 11:41

Stjórin á sosiala miðlinum, Telegram, varð handtikin í Fraklandi í gjár.

Russiskt føddi Pavel Durov varð handtikin, tá hann við privatflogfari lendi á einum fronskum flogvølli norðan fyri høvuðsstaðin, París.

Tað skriva franskir miðlar sambært bretska kringvarpinum.

39-ára gamli milliardingurin er handtikin fyri lógarbrot sum hava samband við Telegram. Pavel Durov er ákærdur fyri at hava misrøkt sína skyldu, tí hann ikki hevur forðað fyri, at sosiali miðilin verður nýttur í samband við brotsgerðir.

Pavel Durov er føddur í Russlandi, men býr í Dubai. Hann hevur borgararætt í tveimum londum, í Sameindu Emiríkjunum og í Fraklandi.

Telegram verður serliga nógv brúkt í Russlandi, Ukraina og í fyrrverandi Sovjetstatum.

Sosiali miðilin liggur beint í hølunum á Facebook, Youtube, Whatsapp og Instagram, tá tað ræður um flestu brúkararnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946