Paul Watson verður verandi í fongslinum

Paul Watson verður verandi í fongslinum
Landsrætturin hevur staðfest avgerðina hjá rættinum í Nuuk
Paul Watson var tikin í Nuuk 21. juli.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.08.2024 - 15:34

Landsrætturin í Grønlandi hevur seinnapartin staðfest avgerðina hjá rættinum í Nuuk um, at Paul Watson skal sita varðhaldsfonglaður í Grønlandi til 5. september

Tað boðar grønlendska løgreglan frá í tíðindaskrivi, skrivar danska kringvarpið sambært Ritzau. 

Verjin hjá Paul Watson kærdi avgerðina til landsrættin. Verjin hevði heitt á dómaran um at loyva Paul Watson at búgva á hotelli, í staðin fyri at sita í varðhaldi saman við dømdum fólkum í fongslinum í Nuuk, men áheitanin var ikki eftirlíkað.

Paul Watson var tikin, tá skip hansara John Paul DeJoria kom til Nuuk at bunkra 21. juli. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946