Indiski forsætisráðharrin ætlar sær til Ukraina

Indiski forsætisráðharrin ætlar sær til Ukraina
Verður vitjanin fingin í lag, er tað fyrstu ferð síðani russisku innrásina í februar 2022, at indiski stjórnarleiðarin vitjar Ukraina
Indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, hitti ukrainska forsetan, Zelenskij, á G7-toppfundi í fjør. Nú ætlar Modi sær til Ukraina á vitjan.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.08.2024 - 14:21

Ein mánað eftir, at indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, og russiski forsetin, Vladimir Putin, hálsfevndust uttan fyri Kreml í Moskva, ætlar indiski forsætisráðharrin sær á vitjan í Ukraina.

Tað skrivar Reuters sambært danska kringvarpinum.

Eingin dagur er ásettur fyri vitjanina, men verður vitjanin fingin í lag, er tað fyrstu ferð síðani russisku innrásina í februar 2022, at indiski forsætisráðharrin vitjar Ukraina. 

Tá hann var í Russlandi fyri einum mánaði síðani, segði  Narendra Modi, at "kríggj loysir ongan trupulleika," og hann heitti á partarnar um at samskifta um frið.

India hevur verið sameindi hjá Russlandi síðani kalda kríggið, og landið hevur alla tíðina havt handilssamband við Russland. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946