11 ákærur móti 21 ára gomlum manni

11 ákærur móti 21 ára gomlum manni
Nevningating byrjar í Føroya rætti 2. september
Nevningating er, tá kravið hjá ákæruvaldinum er minst fýra ára treytaleys fongsulsrevsing.
 
19.08.2024 - 08:14

Tað er ein long syndaskrá, sum verður løgd fyri nevningatingið í Føroya rætti 2. september.

11 ákærur eru í ákæruritinum móti einum 21 ára gomlum manni.

Maðurin er ákærdur fyri neyðtøku, neyðtøkuroynd og fyri at hava samlegu við tvær gentur, sum vóru yngri enn 15 ár.

Hann er ákærdur fyri blygdanarskemd, fyri at filma eina gentu og fyri at lata ritalin.

 

Minst fimm neyðtøkur

Í einari ákæru er maðurin ákærdur fyri minst fimm neyðtøkur. Tá er talan um somu gentu. 

Flestu brotini, maðurin er ákærdur fyri, vóru framd í fjør, eitt var í 2022 og eitt í 2021.

Tríggjar av teimum fýra gentunum, sum hann er ákærdur fyri at hava neyðtikið, vóru 13 ella 14 ára gamlar. 

Genturnar, sum hann er ákærdur fyri at hava samlegu við, vóru 12 og 14 ár.   

 

Fleiri dagar settir av

Nevningatingið í Føroya rætti byrjar mánadagin 2. september. Fimm dagar í teirri vikuni eru settir av til nevningatingið.

Nevningating er, tá kravið hjá ákæruvaldinum er minst fýra ára treytaleys fongsulsrevsing.

Maðurin var tikin í oktober í fjør og hevur verið í varðhaldi síðani.

Maðurin noktar seg sekan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117