Minni av toskayngli á landgrunninum

Minni av toskayngli á landgrunninum
Yngul- og ætikanningarnar, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni, vísa, at tað er minni av toskayngli á landgrunninum
Mynd: Savnsmynd  
 
15.08.2024 - 16:00

Tað er minni av toskayngli á landgrunninum í ár, enn tað hevur verið seinastu tvey árini.

Tað vísa yngul- og ætikanningarnar, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni.

Havstovan skrivar, at um hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum frá 1983 til 2024, eru nøgdirnar undir miðal fyri tosk, nebbasild og hvítingsbróður, men yvir miðal fyri hýsu.

 

Ymiskar nøgdir á ymsum økjum

Stórur munur var á nøgdini í ymsu økjunum.

Størstu nøgdirnar av yngli vóru vestanfyri og í útnyrðingspartinum av Landgrunninum.

Hinvegin, so var nógv av plantuæti á Landgrunnnum. 

 

Yvir miðal á Føroyabanka

Á Føroyabanka vóru nøgdirnar av toskayngli í fjør methøgar. Væl minni av toskayngli er at fáa í ár, men tó eru nøgdirnar yvir miðal, tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum frá 1991 til 2024.

Nøgdirnar av hýsuyngli eru væl yvir miðal, meðan lítið er av nebbasildayngli á Føroyabanka.

Lítið var av plantuæti á Bankanum og nøgdirnar vóru bæði smærri enn á Landgrunninum og í havøkinum rundan um Bankan, skrivar Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114