El-rennihjól bannað í Melbourne

El-rennihjól bannað í Melbourne
Býráðið í avstralska býnum Melbourne hevur samtykt at seta bann fyri el-rennihjólum, tí tey sambært býráðnum eru til vanda fyri trygdina í býnum
 
14.08.2024 - 08:59

Nú er ikki loyvt at aka á el-rennihjóli í avstralska býnum Melbourne. Býráðið í Melbourne hevur samtykt at seta bann fyri el-rennihjólum, tí tey sambært býráðnum eru til vanda fyri trygdina í býnum.

Tað skrivar BBC.

Hetta er ein kúvending, tí í 2022 vóru myndugleikarnir í býnum sera spentir upp á skipanina við útleigan av el-rennihjólum, sum tá bleiv sett í verk sum ein tvey ára royndartíð.

 

Fleiri óhapp

Síðan tá hava fleiri óhapp staðist av el-rennihjólunum, og nú vil borgarstjórin í Melbourne, Nicholas Reece, ikki síggja tey longur.

"Fólk seta tey ikki nóg væl frá sær. Tey koppa, og tey liggja og sløðast í býnum sum rusk, og fólk kunnu detta um tey," sigur borgarstjórin við lokalu útvarpsstøðina 3AW.

Í 2022 vóru umleið 250 tilburðir á skaðastovuni hjá størsta sjúkrahúsinum í býnum, sum høvdu við el-rennihjól at gera.


Mynd: Shutterstock.com

 

1.500 rennihjól

Tað snúði seg sum oftast um, at fólk koyrdu ov skjótt, koyrdu ávirkað av rúsdrekka ella ikki brúktu hjálm.

Melbourne er ikki fyrsti stórbýur, sum setir bann fyri el-rennihjólunum. París gjørdi tað sama í september í fjør.

Tvær fyritøkur hava bjóðað el-rennihjól út til leigu í Melbourne, men tær hava nú fingið 30 dagar til at taka øll rennihjólini, eini 1.500 í tali, burtur aftur, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155