U18-manslandsliðið í hondbólti tapti greitt fyri Slovenia

U18-manslandsliðið í hondbólti tapti greitt fyri Slovenia
Føroyska U18-manslandsliðið, ið luttekur til EM, megnaði ikki at gera nakað við sterka slovenska landsliðið, sum vann greitt 35-25
Mynd: Vuc Raicevic/hfmne  
 
13.08.2024 - 12:50

Í gjár var U18-manslandsliðið í hondbólti nær við at fáa eitt gott úrslit í millumspælinum í EM móti kekkum, ið vunnu við einum máli. 

Í dag var tað Slovenia, ið Føroyar dystaðist móti, men har gjørdist lítið. 

Jákup Egholm var nærmast ein føroyskur einmansherur í royndini at fylgja við slovenum, tí hann skoraði níggju av teimum 25 málunum, føroysku U18-menninir fingu. 

Tá avtornaði, vann Slovenia greitt við 10 málum, 35-25.

Lýðar í Dímun royndist aftur í dag drúgvur, tá hann skoraði sjey mál. 

Nevnivert er tað, at meðan slovenar einans fingu eina tveir-minuttir-útvísing, so fingu føroyingar heilar fimm. 

Síðsti dysturin hjá Føroyum í bólki J í millumspælinum verður móti Portugal hósdagin. Portugal hevur eisini tapt sínar fyrstu tveir dystir og hevur ein verri málmun enn Føroyar. 

Um føroyska U18-manslandsliðið gerst millum 15 tey bestu londini í EM-endaspælinum, so hava ungu menninir tryggjað sær luttøku til HM. 

Tískil er tað helst eitt krav, at Føroyar vinna á Portugal hósdagin. 

 

Sí endaligu dystarfrásøgnina her. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981