Tíðin hjá SAS sum børsskrásett fyritøka endar í dag

Tíðin hjá SAS sum børsskrásett fyritøka endar í dag
Tá keypsskálin letur aftur klokkan 16, ber ikki longur til at keypa og selja partabrøv hjá SAS. Tað er liður í eini bjargingarætlan av felagnum, skrivar DR
SAS fer í dag av keypsskálanum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
13.08.2024 - 11:56

Í dag er seinasti dagur hjá norðurlendska flogfelagnum SAS sum børsskrásett fyritøka.

Tá keypsskálin letur aftur klokkan 16, ber ikki longur til at keypa og selja partabrøv hjá SAS.

Tað skrivar DR.

 

Bjargingarætlan

Tað er liður í eini bjargingarætlan, sum hevur til endamáls at skipa felagið av nýggjum, so tað kann bera seg fíggjarliga. 

Í 2022 bað SAS um konkursverju í USA, tí flogfelagið ikki megnaði at rinda sínum lánsveitarum.

 

Nýggir eigarar

Á heysti í fjør fekk flogfelagið nýggjar eigarar. 

Amerikanska íløgufelagið Castlelake, danski staturin, flogfelagið Air France-KLM og danska íløgufelagið Lind Invest eiga nú SAS.

Tað hevði samstundis við sær, at SAS ikki longur skal vera ein børsskrásett fyritøka.

Tey, sum eiga partabrøv í SAS, hava fingið at vita, at tey einki fáa fyri partabrøvini, um tey framvegis áttu partabrøv, nú fyritøkan fer av keypsskálanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155