Teldusníkaálop saboterar samrøðu hjá Elon Musk við Trump

Teldusníkaálop saboterar samrøðu hjá Elon Musk við Trump
Elon Musk hevði í nátt samrøðu við republikanska forsetavalevnið Donald Trump, men hetta gekk ikki sum ætlað
Donald Trump og Elon Musk
Mynd: Wikimedia Commons  
 
13.08.2024 - 10:34

Tekniskir trupulleikar settu í gjárkvøldið fót fyri eina beinleiðis stroymda samrøðu, sum eigarin av sosiala miðlinum X, Elon Musk, skuldi hava við republikanska forsetavalevnið, Donald Trump.

Sambært Reuters, so boðaðu fleiri brúkarar frá, at teir ikki kundu fáa atgongd til sendingina.

Musk skrivar í einum uppslagi á sosiala miðlinum, at tað er líkt til, at miðlarnir eru raktir av einum "umfatandi DDOS-álopi".

Eitt DDOS álop merkir, at eitt stórt tal av teldum royna at seta seg í samband við ein servara, fyri at ovtyngja kapasitetin á servaranum og harvið fyribils seta hann úr nýtslu.

Beinleiðis sendingin á X skuldi verið liðug klokkan eitt í nátt føroyska tíð.

Men á profilinum hjá Musk, har tú skuldi kunna trýsta á eitt uppslag fyri at fylgja sendingini, men í staðin fyri var bara eitt stórt tómt ljósareytt felt.

Í yvir 20 minuttir var einki at hoyra frá Elon Musk, áðrenn hann boðaði frá, at X eftir øllum at døma var undir álopi frá teldusníkum.

Stutt fyri klokkan 01:30 mátti hann ásanna, at sendingin ikki gekk sum ætlað, men at sendingin helt fram við teimum brúkarum, sum høvdu fingið atgongd til samrøðuna

- Vit fara at halda fram við teimum fáu lurtarum, sum longu lurta, klokkan 20.30 (01.30 týsdag føroyska tíð, red.), og so leggja vit eina óredigeraða útgávu av upptøkuni út beint aftaná, skrivar Elon Musk.

Hann leggur eisini dent á, at umfatandi royndir longu eru gjørdar at fáa skipanina í rættlag aftur.

- Vit royndu skipanina við átta milliónum lurtarum í senn fyrr í dag, skrivar Musk.

Donald Trump er republikanska valevnið til amerikanska forsetavalið í november.

Elon Musk, sum eisini eigur rúmdarfarafyritøkuna SpaceX og elbilaframleiðslufyritøkuna Tesla, hevur fleiri ferðir víst sín stuðul til Trump.

/ritzau/

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371