Kjarnorkuserfrøðingar stúra, nú eldur er í kjarnorkuverkinum Zaporizjzja

Kjarnorkuserfrøðingar stúra, nú eldur er í kjarnorkuverkinum Zaporizjzja
Sambært sjónbandi, sum Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, hevur lagt út, sæst eldur í eina kølingstorninum í kjarnorkuverkinum Zaporizjzja
Zaporizjzja kjarnorkuverkið í Ukraina logar
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.08.2024 - 08:57

Eldur er í einum kølitorni í kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja, sum liggur har suðuri í Ukraina.

Kjarnorkuserfrøðingar stúra, men forsetin í Ukraina sigur tó, at geislavirknistølini framvegis liggja um miðal.

Tað skriva fleiri altjóða miðlar, millum annað Reuters og Politico.

Sambært sjónbandi, sum Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, hevur lagt út, sæst eldur í eina kølingstorninum í kjarnorkuverkinum Zaporizjzja.

Tað skrivar Reuters sambært norska kringvarpinum.

 

 

Kyknaði um 20-tíðina um gjárkvøldið

Eldurin kyknaði um 20-tíðina í gjárkvøldið. IAEA, altjóða orkuráðið, metir, at eitt dronuálop kann vera orsøkin til eldin.

Hvørki Russland ella Ukraina siga seg hava skyld í, at eldurin kyknaði. Tvørturímóti leggja londini bæði hvønn annan undir at hava sett eld á. 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at russiskar herdeildir settu eld á økið við kølitornið, sum liggur í øki, sum Russland hevur hersett.

Fólk í økinum eru biðin um at vera rólig, skrivar Reuters sambært norska kringvarpinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519