Neyðugt at tátta í við tilflyting til Føroya

Neyðugt at tátta í við tilflyting til Føroya
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í útlendinga- og integrasjónsmálum, tekur undir við løgmanni og sigur, at nú verður fyrst og fremst hugt eftir Fast Track-skipanini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.08.2024 - 17:21

Neyðugt er at tátta í við tilflytingini til Føroya, og tað skal fyrst og fremst gerast við at endurskoða Fast track-skipanina.

Sostatt kunnu vit rokna við, at tað verður truplari hjá 3. landsborgarum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í útlendinga- og integrasjónsmálum, sum sostatt tekur undir við løgmanni og sigur, at nú verður fyrst og fremst hugt eftir Fast Track-skipanini.

Ein stórur partur av útlendsku arbeiðsmegini, sum kemur til Føroya, kemur gjøgnum Fast Track-skipanina, sum er fyri 3. landsborgarar - tað eru borgarar, sum ikki eru úr Norðurlondum ella ES-londum. 

Tað koma eisini nógv úr ES-londum, men har er tað ikki so einfalt hjá føroyskum myndugleikum at broyta reglurnar. 

Tí verður tað fyrst og fremst Fast Track-skipanin, sum tað nú verður hugt eftir. 

 

1689774

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805