MBM ikki tikið støðu til stuðul til grønlendskan hondbólt

MBM ikki tikið støðu til stuðul til grønlendskan hondbólt
Í summar boðaði grønlendsku landsliðini í hondbólti, at tey ongar pengar høvdu eftir. Høvuðsstuðul er MBM
 
09.08.2024 - 09:37

Mjólkarvirki búnaðarmanna hevur ikki enn gjørt av, um virkið skal stuðla grønlendska handbóltssambandinum aftur næsta ár, sigur stjórin, Hákun Steingrímsson.

Hálvan mai frættist í grønlendskum miðlum, at stuðul frá MBM gjørdi, at nýggir venjarar eru settir fyri teir, sum vóru koyrdir í mars.

Vørur hjá MBM vera seldar í Grønlandi.

 

Kjakast enn

Hákun Steingrímsson segði við miðlar í Grønlandi tá í mai, at í MBM hava tey leingi kjakast um, hvussu felagið kann fáa samband við fólk í Grønlandi.

MBM er nú sponsorur hjá grønlendsku landsliðunum í hondbólti. 

Men í summar var boðað frá, at grønlendsku landsliðini í hondbólti ongar pengar høvdu eftir. 

Hákun Steingrímsson sigur, at MBM hevur einki í klemmu, nú grønlendska hondbóltssambandið ongar pengar hevur eftir til landsliðini. 

Hann vil ikki siga, hvussu nógv MBM letur í stuðli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114