Vil hava grønlendskt sum einasta mál

Vil hava grønlendskt sum einasta mál
Formaðurin í Parti Naleraq vil hava danska málið úr umsitingini hjá grønlendska tinginum. Hann vísir á, at í Fólkatinginum tosa tey danskt, og í Løgtinginum tosa tey føroyskt
Pele Broberg vil hava grønlendskt at vera einasta mál hjá umsitingini í grønlendska tinginum
 
06.08.2024 - 17:11

Pele Broberg, sum er formaður í grønlendska flokkinum Parti Naleraq, hevur nú lagt uppskot fyri grønlendska tingið Inatsisartut um, at grønlendska málið skal vera tað einasta í umsitingini hjá tinginum.

Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq í dag.

Í løtuni er tað so, at til dømis lógaruppskot og fyrispurningar til landsstýrisfólk í Grønlandi eisini verða týdd til danskt ella simultantulkað. Men tað skal tað ikki í framtíðini, sigur Pele Broberg og vísir til, at í Fólkatinginum verður tosað danskt og í Løgtinginum verður tosað føroyskt.

"Okkara ting skal vera sum hini í tí sonevnda Ríkisfelagsskapinum. Einasta almenna mál í Grønlandi er grønlendska málið, kalaallisut," sigur Pele Broberg og leggur afturat, at Grønland eigur at taka útgangsstøði í sær sjálvum, eins og hini londini í ríkisfelagsskapinum gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946