- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lutakast um at sleppa at fiska makrel í norskum sjógvi
Yvir 20 umsóknir eru komnar, um at sleppa at fiska makrel í norskum sjógvi, men bara 12 skip sleppa at fiska í senn.
Tí verður lutakast millum skipini.
Nógv skip hava boðað frá, at tey ætla sær ikki at fara í norskan sjógv fyrr enn í september, upplýsir Vørn.
Í fyrstu atløgu sleppa 12 tey fyrst drignu skipini at fiska makrel.
Skulu til fiskiskap 24 tímar eftir tilsøgn
Og tað ræður um at gera skjótt av, tí kunngerðin um fiskiskapin sigur, at fer skipið ikki til fiskiskap innan 24 tímar eftir, at Vørn hevur givið tilsøgn, fellur tilsøgnin burtur, og næsta skipið á listanum sleppur framat.
Tilsøgn verður givin til ein túr í senn.
Skip, sum fiska makrel í norskum sjógvi, hava ikki loyvi til at fiska aðrastaðni á sama túri.
Sleppa at fiska 35.191 tons
Føroyar sleppa at fiska 35.191 tons, 40 prosent, av føroysku makrelkvotuni í ár í norskum sjógvi.
Sunnan fyri eitt ávíst breiddarstig er bara loyvt at brúka nót, ikki trol.
Avtalan við Noreg um makrel sigur, at allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag.
Eingi slík krøv eru um fiskiskapin í bretskum sjógvi.
Góður fiskiskapur í norskum sjógvi
Norsku skipini byrjaðu tríggjar vikur fyrr í ár enn í fjør at fiska makrel.
Og fiskiskapurin hjá teimum er góður.
Makrelurin er millum 420 til 470 gramm.
Skipini fáa 9,92 kr. í okkara pengum fyri kilo av feskum makreli.
Tvey føroysk skip fiska makrel í føroyskum sjógvi. Tey eru Norðborg og Fagraberg.
Hoyvík og Ran fiska svartkjaft. Hoyvík tekur allan fiskin. Skipini samtrola.