- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri menningarkvotur seldar víðari
Í 2018 og 2019 fingu átta feløg menningarkvotur. Feløgini, ið høvdu virkir, fingu menningarkvoturnar til at meirvirka og kundu fáa onnur, ið høvdu skip, at fiska tær fyri seg.
Feløgini, sum fingu menningarkvotur vóru í 2018 P/F Kinnfelli, P/F Vestmanna Fiskavirki og P/F Sjógæti. Í 2019 fingu partafeløgini Vørustíggjur, Delta Seafood, Steintór, Jókin og Fish somuleiðis menningarkvotur.
Menningarkvoturnar vóru í 2020 lagdar um til eginkvotur í sambandi við, at Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkurin aftur setti seg í landsstýrisstólin í fiskivinnumálum.
Samstundis bleiv kravt, at frá 31. desember í 2023 skuldu kvoturnar knýtast at einum skipi. Dagfestingin fyri hesum kravinum var seinni broytt til 31.desember 2024.
Seldar víðari
Í farnu viku kom fram, at P/F Sjógæti hevði selt síni 900 tons av makrelkvotu og 450 av sildakvotu til P/F Hvalnes fyri tíggjutals milliónir, og eru kvoturnar í dag knýttar at Norðborg.
Hinar menningarkvoturnar, sum eisini eru seldar, fekk Delta Seafood í 2019. Tað vóru knapt 500 tons av makreli og 400 tons av sild. Kvoturnar blivu fyrstu seldar til P/F Suðring, sum síðani eisini hevur síðani selt kvoturnar víðari til P/F Hvalnes, og eru tær sostatt eisini knýttar at Norðborg í dag.
Her skal nevnast, at P/F Suðringur bleiv í 2021 selt til Sørvágs, har nýggi eigarin er Snarfrost, ið Tummas Kristian Henriksen eigur.
Noydd at selja
Í Delta Seafood kendu tey seg noydd at selja kvoturnar.
"Felagið eigur einki skip, men tað bar heldur ikki til at keypa og reka eitt uppsjóvarskip við einans hasum kvotunum," sigur Marner Lisberg, formaður í Delta Seafood, sum annars ikki vil gera samrøðu við Kringvarpið.
Heldur ikki Sjógæti, sum eisini hevur selt sínar kvotur, eigur skip.
Hvørki Sjógæti ella Delta Seafood vilja upplýsa, hvat kvoturnar eru seldar fyri.
Marner Lisberg harmast um, at tey mátta avhenda kvoturnar, men hann hevði einki val, sigur hann við Kringvarpið.