17. umfar: Toppur møtir botni í kvøld

17. umfar: Toppur møtir botni í kvøld
Síðstu dystirnir í 17. umfari í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum verða spældir í kvøld
Bæði B36 og HB skulu í dyst í kvøld, tá 17. umfar í bestu fótbóltsdeildini við monnum verður liðugt leikt. HB tekur móti Skála í Gundadali, meðan B36 skal til Margáir at spæla móti EB/Streymi
Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo  
 
05.08.2024 - 08:56

17. umfar í bestu fótbóltsdeildini við monnum verður endaliga avgreitt í kvøld. 

Umfarið varð tjóvstartað á ólavsøkudag, tá B68 og NSÍ spældu móti hvørjum øðrum frammanfyri 2.300 fólkum á Tórsvølli.

Tann dystin vann NSÍ greitt 4-1. Málini skutu Beinir Nolsø, Klæmint A. Olsen, meðan Steffan Løkin stey tvey. Málið hjá B68 skeyt Alex Mellemgaard, tá hann setti 

Í gjár vann KÍ sannførandi 4-0 á útivølli á Dugnasandi móti 07 Vestur. Nýggi maðurin hjá KÍ, hin raski og ágrýtni Kristoffer Ødemarksbakken, skoraði tvey mál, meðan lokalu hetjurnar í Klaksvík, Jóannes Danielsen og Páll Klettskarð, skoraðu hini bæði. 

 

KÍ ájavnt við HB

Í kvøld verða síðstu dystirnir spældir, og tað verður, eins og undanfarnu dystirnir, toppur móti botni. 

Í Gundadali í Havn tekur HB ímóti Skála, EB/Streymur tekur ímóti B36 við Margáir, og í Fløtugerði í Fuglafirði er grannauppgerð millum ÍF og og Víkingur.

Allir dystirnir byrja klokkan 18:30.

Við sigrinum í gjár er KÍ nú ájavnt við HB á øðrum plássi. Bæði liðini hava 39 stig, men HB hevur tó leikt ein dyst færri.

Víkingur er framvegis oddalið við 45 stigum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878