Vænta meiri ófrið í Onglandi

Vænta meiri ófrið í Onglandi
Ófriðurin, sum hevur verið fleiristaðni í Onglandi hesa vikuna, verður helst ógvusligari hetta vikuskiftið
Løgreglan stendur á varðhaldi uttan fyri mosku í Southport í Onglandi.
Mynd: Peter Powell/AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.08.2024 - 13:02

Orsøkin til ófriðin er, at trý børn vórðu dripin og tíggju onnur særd, tá tað, mann heldur vera 17-ára gamli drápsmaðurin, leyp á við knívi til eitt dansitiltak.

Fleiri býir og moskur í Onglandi tryggja seg eyka væl hetta vikuskiftið, tí fleiri løgregludømi siga seg vita, at høgraradikal leggja ætlanir um nógv mótmæli, sum verða løgd til rættis á sosialum miðlum. 

Sambært tíðindamiðlinum The Guardian eru ætlanir um í minsta lagi 19 mótmæli um alt Ongland hetta vikuskiftið.

Í vikuni hevur ófriður verið í býunum Hartlepool, Manchester, Aldershot, Southend-on-Sea og í London. 

Mótmælini hava í stóran mun snúð seg um asyllóggávu. 

Tað verður mett, at uttasti høgravongurin stendur aftanfyri mótmælini - upp á skeivar upplýsingar um upphavið hjá brotsmanninum.

Søgurnar um tann 17 ára gamla snúgva seg um, at hann skal hava verið úr Sýria og søkt um skjól í Bretlandi, hóast hann skal hava framt yvirgang. Hesar søgurnar eru tó ósannar, greiddi ein dómari frá í gjár, tá tann 17 ára gamli varð settur í varðhald. 

Nógv av ófriðinum hevur verið við moskur - tí verður trygdin uppraðfest framman fyri hundraðtals moskur í Bretlandi hetta vikuskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946