Stórt kroatiskt rok í Havn

Stórt kroatiskt rok í Havn
Ein politistur var sligin tríggjar ferðir í nakkan og vaktir vóru slignir og sparkaðir, tá kroatisku viðhaldsfólkini hjá Hajduk Split stormaðu Tórsvøll
Soleiðis sá út á Tórsvølli í gjárkvøldið
Mynd: Høgni Berg á Facebook  
 
02.08.2024 - 07:58

Eftir alt rokið í Havn í gjár í sambandi við fótbóltsdystin millum HB og Hadjuk Split verður ein eftirmeting gjørd, um ikki ber til at fyrireika slíkar vitjanir betur, tá fótbóltsfjepparar koma til Føroya.

Við eina inngongd á Tórsvølli, inngongd A, stormaðu kroatarnir inngongdina, tá vaktarmenn skuldu kanna fólk, sum ætlaðu sær inn.

Í tí sambandi var ein politistur sligin tríggjar ferðir í nakkan.

Politiið fer nú at kanna tilburðin saman við fólki úr Kroatia, sum vita, hvørjir landsmenn teirra eru.

Vakmyndaupptøkur vera brúktar til hetta.

Og politiið biður bátaeigarar kanna, um øll neyðblussini eru í bátinum.

Nógv neyðbluss vóru á Tórsvølli í gjárkvøldið. Politiið heldur, at tey eru tikin í bátum í Havn.

 

Einki rok eftir dystin

Eftir dystin, sum endaði 0-0, var einki rok, tí skeinkistøðini í Havn vóru afturlatin.

Í hvussu so er ein kroati sá ikki dystin.

Hann var tikin tíðliga seinnapartin í gjár fyri at blaka eina fløsku á vegin.

Kannað verður nú, um hann hevur gjørt okkurt annað revsivert eisini.

Maðurin er enn á politistøðini. Hann skuldi av landinum í morgin.  

Yvir 300 fólk komu úr Kroatia til dystin í gjárkvøldið.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221