Gjald fyri tænastuveitingar: Fer at gagna smærru kommununum

Gjald fyri tænastuveitingar: Fer at gagna smærru kommununum
Formaðurin í Kommunufelagnum heldur, at tað fer serliga at gagna smærru kommununum, at kommunur fáa heimild at krevja húsaeigarum eftir gjaldi fyri tænastuveitingar
 
31.07.2024 - 15:53

Landsstýrið ætlar at geva kommununum heimild at taka gjald fyri tænastuveitingar afturfyri hús, sum standa tóm. 

Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður í lógarmálum, sigur, at gjaldið sannlíkt verður um 1.000 krónur - kanska minni. 

Ynskið um hesa heimildina kemur upprunaliga frá kommunum, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaðurin í Kommunufelagnum. 

"Tað fer serliga at gagna teimum smærru kommunum, at kommunur væntandi fáa heimild at áseta gjald fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi," heldur hann. 

Formaðurin í Kommunufelagnum leggur dent á týdningin av einum føstum gjaldi, sum er galdandi fyri allar kommunur.

Tórbjørn Jacobsen heldur at øll, sum eiga hús, eiga at gjalda til kommunurnar.

 

Torbjorn_Jacobsen_um_heimildargjald

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859