- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiska nú í Smoguni
Fiska nú í Smoguni
Eingin makrelur er at fáa longur í íslendskum sjógvi, og tí eru íslendsk skip farin í Smoguna at fiska
Mynd: Savnsmynd
31.07.2024 - 09:39
Íslendsku skipini, sum fiska makrel, eru nú farin í Smoguna.
Eingin makrelur er at fáa longur í íslendskum sjógvi.
Har var annars stórur og góður makrelur at fáa.
Miðalvektin var 600 gramm.
Men størsti makrelurin, sum fekst, var 700-800 gramm.
Og dømi er um makrel, sum hevur verið 890 gramm.
So stórur er makrelurin í Smoguni ikki.
Miðalvektin har er 380 gramm.
Nýggjastu sendingar í ÚV