Minni stuðul til rentur

Minni stuðul til rentur
Fíggjarmálaráðið kemur í heyst í tingið við einum uppskot um at minka rentustuðulin stigvíst í nógv ár
Landsstýrið ætlar at minka rentustuðulin.
 
30.07.2024 - 08:33

Rentustuðulin minkar.

Fíggjarmálaráðið kemur í heyst í tingið við einum uppskoti um at minka rentustuðulin stigvíst í nógv ár.

Í desember í fjør bað landsstýrið tingið um fimm milliónir krónur aftrat til rentustuðul í ár.

Fleiri rentuhækkingar hava verið, síðani fíggjarlógaruppskotið var gjørt í september, var sagt tá.

Landsstýrið væntaði, at fólk fingu 153 milliónir krónur í rentustuðli í ár.

Netto

Men tey, sum eiga pengar, rinda landskassanum avgjald fyri renturnar, tey fáa.

Tann inntøkan er mett at vera 68 milliónir í ár.

Nettoútreiðslan til rentustuðul er tí 85 mió. kr. 

Síðani 2014 hevur rentustuðulin verið 35 prosent.

Og síðani 2018 er stuðul latin til rentur, sum í mesta lagi eru 100.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856