Sára Maria og tær ongan kjans

Sára Maria og tær ongan kjans
Danski áttarin við Sáru Mariu Johansen umborð megnaði ikki at fylgja við kappingarneytunum og endaði aftast, tá innleiðandi umfarið varð rógvið fyrrapartin
Sára Maria Johansen og hinar á danska áttaranum høvdu ongan kjans í innleiðandi umfarinum ólavsøkumorgun
Mynd: Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
29.07.2024 - 11:19

Sára Maria Johansen og tær á danska OL-áttaranum megnaðu ikki at fylgja við kappingarneytunum í innleiðandi umfarinum fyrrapartin.

Tær endaðu langt aftastar - 18 sekund vóru upp til Kanada á triðja plássi, meðan Bretland vann 23 sekund frammanfyri danska bátin, sum hevði tíðina 06:39.30.

Bretland róði teir 2000 metrarnar upp á 06:16.20, Avstralia endaði á 2. plássi (06:18.61) og Kanada kom á mál sum nummar trý (06:21.31).

Úrslitið var ikki óvæntað sambært donsku viðmerkjarunum. Báturin varð ikki endaliga mannaður fyrrenn í mars, og stílað var fyrst og fremst ímóti OL í 2028.

Danski áttarin fær ein kjans afturat at rógva seg í finaluna í einum sonevndum uppsamligarriðli, sum verður hósdagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017