Tvørkynd mangla framvegis rættindi

Tvørkynd mangla framvegis rættindi
Faroe Pride verður fyri 15. ferð í dag
Mynd frá Pride 2022
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.07.2024 - 13:29

- Rættindini hjá samkyndum eru nógv betraði hesi árini, men verri er hjá tvørkyndum, sum at kalla ongi rættindi hava. Tí er framvegis týdningarmikið at hava Pride, sigur Esther Margreth Petersen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyum.

Rættindi, sum samkynd hava vunnið hesi árini eru millum annað hjúnabandslógin og lógin um sammøður, sum kom í gildi í 2021.

- Fyrr varð nógv tosað um, at lgbt'arar fluttu av landinum, men tað er vorðið nógv liviligari hjá samkyndum at búgva í Føroyum, heldur Esther Margreth Petersen, nevndarlimur.

Pride hevur tó framvegis nógv at siga, fyri at fáa lógarbroytingar ígjøgnum, at fólk kunnu vísa sín stuðul, og fyri at minka um haturstalu móti LGBT+'arum.

 

Upphitingin til Pride byrjar í Gundadali kl 15.00 og síðan verður skrúðgonga oman á Vaglið kl. 16.00.

 

Hoyr Esther Margreth Petersen greiða frá í tíðindunum kl. 12.20:

INNSLAG_Pride_2024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981