
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið sleppur ikki at senda innleiðandi OL-róðrarnar hjá føroyingunum

TV2 hevur rættindini til at senda kappróðurin á olympisku leikunum til danska kongsríkið, og TV2 hevur ikki ynskt at geva Kringvarpi Føroya loyvi at senda tær OL-kappingarnar, ið TV2 hevur rættindini til.
Tað merkir, at Kringvarpið í verandi støðu ikki kann senda róðrarnar hjá føroyingunum Sverra Sandberg Nielsen og Sáru Mariu Johansen - í øllum førum ikki teir innleiðandi róðrarnar, sum vera í morgin og ólavsøkudag.
Tað sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya.
Kringvarpið hevur gjørt eina avtalu við Danmarks Radio um at senda allar tær OL-kappingarnar, ið DR hevur rættindi til at senda. Tað merkir, at nógvur ítróttur frá OL verður at síggja í sjónvarpinum, men tíverri ikki kappróðurin.