Krevur hægst miðalkarakter fyri at sleppa at lesa til sniðgeva

Krevur hægst miðalkarakter fyri at sleppa at lesa til sniðgeva
Um tú ætlar tær at lesa til sniðgeva í Keypmannahavn ella Kolding, so noyðist tú at fylgja serstakliga væl við í skúlanum, tí tað krevur ein miðalkarakter uppá 11,4 og 11,3
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.07.2024 - 08:00

Um tú ætlar tær til Danmarkar at lesa, er tað sum alla aðrastaðni ymiskt, hvør miðalkarakterur krevst fyri at sleppa inn á tær ymsu útbúgvingarnar. Og tað er eisini ymiskt, hvat teir ymsu lærustovnarnir krevja fyri at taka næmingar inn.

Nú umsøkjarar hava fingið svar uppá, hvørt tey eru sloppin inn ella ikki, hava danskir miðlar í morgun eitt yvirlit yvir, hvørjar útbúgvingar krevja hægsta miðalkarakter. 

 

Sniðgeving og samskifti

Og truplast av øllum er at sleppa at lesa til sniðgeva ella designara, við summarbyrjan, á Kongliga Akademinum í Keypmannahavn. Har krevst ein miðalkarakterur uppá 11,4 fyri at sleppa inn á kvotu 1.

Næstovast á listanum er eisini útbúgving sum sniðgevi. Tað er á Designskolen í Kolding, har kravdi miðalkarakterurin er 11,3.

Og triðovast er professiónsbachelor í samskifti á Journalistskúlanum í Aarhus. Har krevst 11,2 í miðal fyri at sleppa inn.

Síðani koma fleiri útbúgvingar, har kravdi miðalkarakterurin er 11,1. Nevnast kunnu sálarfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn, professiónsbachelor sum ljósmóðir í Keypmannahavn, og tað sum eitur International Business á Copenhagen Business School.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519