Forsetin í Norðurlandaráðnum vitjar á ólavsøku

Forsetin í Norðurlandaráðnum vitjar á ólavsøku
Annað árið á rað kemur forsetin í Norðurlandaráðnum til Føroya á vitjan á ólavsøku. Í ár er forsetin íslendsk, og hon eitur Bryndis Haraldsdóttir
Mynd: Privat mynd á Facebook  
 
26.07.2024 - 14:28

Bryndís Haraldsdóttir, forseti í Norðurlandaráðnum, vitjar í Føroyum nú um ólavsøkuna.

Á vitjanini fer hon millum annað at vera við til setanina av ólavsøkuni og til gudstænastuna ólavsøkudag.

Hon skal eisini vitja NORA og Norrønafelagið í Føroyum, hitta stjóran í Norðurlandahúsinum, og so skal Bryndis Haraldsdóttir eisini vera í løgtinginum, tá nýggja tingsetanin byrjar, har hon eisini skal hitta føroyskar politikarar.

Hetta er annað árið á rað, at forsetin í Norðurlandaráðnum vitjar í Føroyum. Í fjør hevði Noreg forsetaskapin í ráðnum, og forseti tá var Jorodd Asphjell.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981