- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningin av snyrlagøluni í Grønlandi steðgað upp
Arbeiðið at kanna ta sonevndu snyrlagøluna í Grønlandi er steðgað upp, tí granskarar fáa ikki atgongd til avgerandi tilfar.
Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiak.
Í 2021 og 2022 søgdu fleiri grønlendskar kvinnur frá, at tær høvdu fingið snyril - ella spiral - settan upp, uttan at tær høvdu givið samtykki til hetta.
Hetta fekk eitt mál 1960'unum og 70'unum fram í ljósmálan, har umleið 4.500 grønlendskar kvinnur og gentur heilt niður í 13 árs aldur fingu sett snyril upp uttan samtykki.
Grønlendska fólkatingsumboðið Aki Mathilda Hoegh-Dam hevur í danska fólkatingssalinum kallað hetta fyri eitt fólkamorð.
Óheft greining
Ein bólkur av granskarum, ið stjórnurnar í Grønlandi og Danmark hava sett, hevur í eitt ár arbeitt við at gera eina óhefta greining av málinum.
Men í vár steðgaði arbeiðið upp, tí granskararnir fingu ikki atgongd til neyðuga tilfarið. Tilfarið skal brúkast til at lýsa nýtsluna av snyrlum í heilsuverkinum frá 1960 til 1991.
Í frágreiðing, ið er latin fólkatinginum, stendur, at granskarabólkurin í september í 2023 og februar 2024 fekk loyvi frá grønlendska heilsustýrinum at brúka tilfar frá grønlendska heilsuverkinum. Men loyvið var tikið aftur 20. mai í 2024.
6. juni sendu granskararnir eina nýggja umsókn, men longu seks dagar seinni - 12. juni - fingu teir enn einaferð noktandi svar.
Partar av kanningini eru tí fyribils steðgaðir, og endaliga úrslitið verður undir øllum umstøðum seinkað, skrivar Sermitsiak.