Heilsustýrið: Sig okkum frá positivum koronukanningum

Heilsustýrið: Sig okkum frá positivum koronukanningum
Heilsustýrið vil vita, hvussu høgt koronusmittutalið í Føroyum er, og tí heitir stýrið á fólk, ið fáa positiv svar á heimatestini, um at gera vart við seg
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.07.2024 - 10:00

"Vit hava eina hóming av, at nógv fólk brúka heimatestirnar og fáa staðfest, at tey hava koronu. Tí hava vit áhuga í, at fáa svarið sendandi, fyri at fáa eina hilling á, hvussu høgt smittutalið er í Føroyum," sigur Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum. 

Í grannalondum okkara eru smittutølini fyri koronu vaksandi. Heilsustýrið heldur eyga við gongdini í Føroyum, bæði við smittutølum fyri koronu og fyri aðrar umfarssjúkur. Hetta verður gjørt fyri, at sjúkrahúsverkið skal kunna leggja sítt virksemi til rættis.

Í Føroyum eru ikki staðfestir tilburðir av koronu síðstu tvær vikurnar. Tað vísa tøl frá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum, sum javnan sendir fráboðanir til Heilsustýrið. Smittutølini fyri aðrar umfarssjúkur sum kikhosta og influensu A+B eru eisini heilt í botni.

Bjarni á Steig er stjóri í Heilsuverkinum.

 

1687473

 

Heilsustýrið heitir á fólk um at senda eina fráboðan um koronasmittu til: hst@hst.fo

Í fráboðanini skulu hesar upplýsingar vera:

Navn
Bústaður
Telefonnr.
Føðingardagur
Dagfesting fyri staðfesta koronusmittu
Viðmerk: Korona

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561