- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danskir tannlæknar mæla til at herða forboðið móti nikotinposum
Forbjóðið ungum millum 18 og 29 ár at brúka nikotinposar.
Tað eru boðini frá danska tannlæknafelagnum, sum í einari kanning hevur staðfest, at nógvir sjúklingar hava stórar tannskaðar orsakað av snúsi og nikotinposum.
Mislittar tenn og oyðilagdar slímhinnur eru millum trupulleikarnar, sum danskir tannlæknar siga seg síggja hjá teimum, sum nýta nikotinposar.
Illgruni staðfestur
59 prosent av tannlæknunum siga, at fleiri ella nógvir sjúklingar hava hesar trupulleikar við tonnunum og tannkjøtinum, tí tey nýta nikotinposar ella snús.
Tað sigur forkvinnan í danska tannlæknafelagnum, Susanne Kleist, við danska Kringvarpið.
- Kanningin staðfestir illgrunan, vit høvdu, um, at nýtslan av nikotinposum og snúsi er vaksin við rúkandi ferð.
Burdi verið fullkomiliga bannað
Hon vildi helst havt, at nikotinposar vórðu fullkomiliga bannaðir. Men eftirsum tannlæknar serliga síggja trupulleikarnar hjá ungum fólki, mælir hon til, at forboðið verður vent móti teimum.
- Eg vildi fegin, at politikkarar gera tað ólógligt hjá ungum vaksnum, sum ikki eru byrjað at roykja, at byrja at nýta nikotin, sigur forkvinnan við DR.
Við ung vaksin meinar hon tey, sum eru millum 18 og 29 ár.
Tað er longu bannað hjá ungum, yngri enn 18 ár, at nýta nikotinposar.