Emmanuel Macron leggur seg uppí málið um Paul Watson

Emmanuel Macron leggur seg uppí málið um Paul Watson
 
23.07.2024 - 18:35

Franski forsetin, Emmanuel Macron, heitir nú á Danmark um IKKI at útflýggja Paul Watson til Japan. 

Tað skrivar Ritzau, sum hevur tíðindini frá fronsku tíðindastovuni AFP.

Í 2010 góvu japanskir myndugleikar boð um, at Paul Watson skuldi handtakast fyri eina atsókn í Antarktis, har hann legði seg út í arbeiðið hjá japanskum hvalaveiðifólki. Tvey ár seinni, í 2012, gav eisini Interpol boð um at handtaka Watson.

Sunnudagin bleiv 73 ára gamli umhvørvis-aktivisturin handtikin í Nuuk, tá hann kom til bryggju við skipi sínum, John Paul DeJoria.

Japanska sendistovan í Keypmannahavn sigur við danska kringvarpið, at japanska stjórnin framvegis fylgir væl við málinum, tí talan er um ákærur, sum kunnu hava við sær eina longri fongsulsrevsing í Danmark. 

Danska løgmálaráðið hevur enn ikki tikið støðu í málinum, men nú heitir also Emmanuel Macron á donsku stjórnina um IKKI at útflýggja hann.

Paul Watson er fyribils varðhaldsfongslaður til 15.august, tá rættarfundur er aftur í Nuuk. Hann kærdi varðhaldsfongslingina til landsrættin, men fekk ikki viðhald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946