Stór framstig hóast karmurin er tann sami

Stór framstig hóast karmurin er tann sami
Hóast lønarkarmurin er tann sami sum hjá hinum feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, er Maskinmeistarafelagið fegið um sáttmálan, tað hevur gjørt við Fíggjarmálaráðið
Jan Mortensen (vm) stjóri á Lønardeildini, og Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, hava júst skrivað undir.
Mynd: Maskinmeistarafelagið.  
 
22.07.2024 - 07:57

Hóast lønarkarmurin er tann sami sum hjá hinum feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, er Maskinmeistarafelagið fegið um sáttmálan, tað hevur gjørt við Fíggjarmálaráðið um alment settar maskinmeistarar á landi. 

Tí tað eydnaðist felagnum at fáa nýggjar eftirlønargevandi viðbøtur fyri leiðslu og serliga ábyrgd við í sáttmálan, sigur formaður felagsins, Arnfinn Bech, á heimasíðu felagsins.

- Tað er kanska størsta framstigið fyri okkum í hesi semjuni.

Tí fyri okkara part ræður um at fáa so nógv sum gjørligt av øllum slagi av lønum og samsýningum at vera eftirlønargevandi, sigur Arnfinn Bech. 

1. oktober í ár kemur í gildi áseting um, at maskinmeistari, sum verður settur í starv, sum vanliga lønin ikki umfatar, fær eftirlønargevandi viðbót. 

Endurskoða lønartalvu

Semja er eisini um endurskoða og møguliga dagføra lønartalvuna og viðbøturnar.

- Eisini her er talan um eitt rættiliga prinsipielt framstig, tí mótparturin ásannar, at tað ber til at viðgera og broyta eitt nú flokkingar, sum møguliga eru skeiklaðar, í sjálvum sáttmálaskeiðnum, sigur Arnfinn Bech.

Sáttmálin er fyri trý ár, frá 1. oktober 2022 til 30. september 2025. 

Nú er bara ein sáttmáli millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið eftir at gera.

Tað er sáttmálin fyri maskinmeistararnar hjá Vørn.

Samráðingarnar um hann byrja beint eftir summarfrítíðina.

Og so eru samráðingarnar við Kommunala arbeiðsgevarafelagið um SEV og IRF hjá Semingsstovninum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981