Trump lovar skattalættar og at búskapurin skal vaksa

Trump lovar skattalættar og at búskapurin skal vaksa
Í røðu síni á floksráðstevnuni hjá republikanarunum segði Donald Trump, at hann fer at byggja eina kúpu, sum skal verja USA fyri álopum úr luftini
Røðan hjá Donald Trump á floksráðstevnuni hjá republikanarunum í nátt vardi meira enn hálvan annan tima, og tað er met.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
19.07.2024 - 08:04

Fyrstu ferð, síðani hann var skotin í oyrað seinasta leygardag, og fyrstu ferð síðani hann mánadagin alment var tilnevndur forsetavalevni hjá republikanska flokkinum, helt Donald Trump í nátt røðu á floksráðstevnuni hjá republikanarunum.

Hann  byrjaði metlongu røðuna við at greiða frá tí, sum hendi, tá hann var skotin seinasta vikuskiftið.

Í røðuni, sum vardi meira, enn hálvanannan tíma, lovaði Trump, at hann fór at fáa amerikanarum amerikanska dreymin aftur, og bøta um skaðarnar, sum hann segði, at Joe Biden hevur gjørt.

Hann lovaði skattalættar, lægri prísir og at amerikanski búskapurin skal vaksa.

 

Múrurin skal gerast liðugur

Donald Trump endurtók í røðuni, at hann fer at gera múrin millum Meksiko og USA lidnan.

- Eg skal enda hesa kreppuna við ólógligum innflytarum við at steingja markið og gera múrin lidnan, lovaði hann.

- USA skal byggja herin uppaftur og byggja eina jarnkúpu um alt USA, sum skal verja fyri álopum úr luftini, segði hann.

Sambært blaðnum The Guardian, skuldi Trump røða í 40 minuttir. Men hann improviseraði, og røðan vardi longur enn hálvanannan tíma. 

Tað er longsta, beinleiðis senda røða, sum nakað forsetavalevni hevur hildið, skrivar bretska Kringvarpið BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155