Okkara partur úr bankatoskinum er ov lítil

Okkara partur úr bankatoskinum er ov lítil
Kjartan Joensen í Leirvík, ið rekur 40 fót glastrevjabátin Gusta, sigur, at tað er serliga spennandi at fiska stóra toskin á Føroya Banka við snellu
 
19.07.2024 - 11:34

Í gjár kom 42 fót glastrevjabáturin Gusti á Leirvík av triðja túrinum á Føroya Banka. Teir tríggir menninir, sum eru við bátinum, eru 210 ár tilsamans.

- Prísurin vit fáa fyri bankatoskin er alt ov lítil tá vit hoyra hvat matstovurnar í Havn borðreiða bankatoskin fyri, sigur Kjartan Joensen. Avreiðingarprísurin hjá Gusta í gjár var 30 krónur kilo.

Gusti hevur verið tríggjar túrar á Føroya Banka í juli og teir eiga tveir eftir. Kjartan Joensen sigur, at teir túrarnir verða eftir ólavsøku.

Her kanst tú hoyra samrøðuna við Kjartan Joensen, sum var í Summarmorgni í morgun.

1686685

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981